Christian Andreasen er á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandi Føroya í dag afturvaldur sum forseti við stórum meiriluta. Við 29 atkvøðum ímóti trimum tryggjaði hann sær sessin í enn fýra ár. John Eystberg stillaði upp ímóti Christiani Andreasen
Starvsnevndarval var eisini á skránni. Her fingu Jóannes Prestá og Róin Schrøter tey tvey plássini. Jóannes, sum er formaður hjá Skála Ítróttarfelag, fekk flest atkvøður. Róin Schrøter fekk næstflest atkvøður.
Súsanna Sørensen varð eisini vald í starvsnevndina.
Starvsnevndini í FSF sær nú soleiðis út:
- Christian Andreasen, forseti
- Róin Schrøter, varaforseti
- Jóannes Prestá
- Súsanna Sørensen
- Anja Rein
- Maria Joensen
- Heri á Rógvi