, ,

Christian Andreasen nýggjan sess hjá UEFA

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eftir fýra ár sum formaður í lógarnevndini, hevur starvsnevndin hjá UEFA nú avgjørt, at komandi fýra árini skal FSF-forsetin vera formaður í leikara- og transfernevndini hjá fótbóltssamgonguni. Í altjóða høpi verður nevndin kallað Player’s Status, Transfer and Agents Committee.

Hetta sigur Fótbóltssambandið í morgun.

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur tvær undirnevndir, sum serliga taka sær av løgfrøðiligum spurningum og regluverkinum aftanfyri sjálvan fótbóltin. Hesar nevndir eru lógarnevndin og leikara- og transfernevndin.

Christian Andreasen leggur frá sær sum formaður í lógarnevndini, men tekur samstundis við sum formaður í leikara- og transfernevndini hjá UEFA.

Leikara- og transfernevndin viðgerð í høvuðsheitum spurningar um rættarstøðuna hjá fótbóltsspælarum, reglur um flyting av spælarum, umframt hvørjar reglur skulu vera galdandi fyri umboðsmenn (fótbóltsagentar).

– Eg eri sera spentur at taka hesa uppgávuna á meg. At blíva valdur tvey valskeið á rað sum formaður fyri tvær ymiskar undirnevndir hjá UEFA, er ein stórur heiður. Men tað fylgir eisini ein stór ábyrgd við, og eingin ivi skal vera um, at mín lutur skal ikki liggja eftir, sigur Christian Andreasen í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá FSF.