Citroën C3-bilurin funnin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Seinnapartin fyrradagin rendi ein Citroën C3 bilur á tveir parkeraðar bilar í J. C. Svabosgøtu í Havn – beint omanfyri Mest.

Bilførarin í Citroën C3 bilurin steðgaði ikki, sum lógin annars tilskilar, men rýmdi frá staðnum. Tó segði løgreglan, at høgra spegl lá eftir á vegnum og út frá hesum kann løgreglan staðfesta, at talan er um ein Citroën C3 frá 2015.

Løgreglan heitti tí á fólk um hjálp at finna fram til bilin, so Føroya Politi kundi fáa orð á viðkomandi bilførara.

Men løgreglan sigur við dimma.fo í dag, at tað nú hevur eydnast at finna bilin.

Nú verður so málið kannað víðari, og í hesum sambandi skal greiða eisini fáast á, hvør koyrdi bilin, tá ið hann rendi á tveir parkeraðar bilar við J. C. Svabosgøtu fyrradagin.