, ,

”Cometh the hour, cometh the man” – Árni enn einaferð stóri maðurin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

KÍ 2 – 1 Molde

Tórsvøllur: KÍ byrjaði dystin við sínari vanligari evropeiska 5-4-1 liðuppstilling, men tað gjørdi Molde eisini. Tað verður sagt, at Molde vanliga brúkar eina 3-5-2 liðuppstilling, men kanska var virðingin fyri KÍ so mikið stór, at Molde-venjarin hevði valt at ofra ein áleypara.

KÍ fekk fyrsta málmøguleikan, eftir farligt horna eftir fýra minuttum, ið Árni Frederiksberg smekkaði innfyri. Fleiri hildu, kanska eisini Molde-spælarin, sum skallaði bóltin, at bólturin fór í málið, men bólturin fór beint við síðuna av.

Men eftir hetta setti Molde seg meira á dystin, og vóru eisini vandamiklir frammanfyri KÍ-málinum. Eftir at níggju minuttir vóru leiktir kemur ein Molde-spælari at standa rættiliga fríur í KÍ-brotsteiginum, men skotið hjá honum fór beint uppum. Løtu seinni hevur Molde horna, har bólturin sleppur at hoppa og dansa eitt sindur í brotsteiginum, síðan eitt skot frá einum rættiliga fríum Molde-spælara, men tíbetur fyri KÍ, so rakar hann ikki bóltin, ið fer beint uppum.

Men so var tað KÍ, sum átti tørn. Fyrst hevur KÍ fríspark, sum Árni skjýtur innfyri. Jákup B. Andreasen fær høvdið á bóltin, men uppum. Løtu seinni pressar KÍ høgt og vinnur bóltin beint uttanfyri Molde-brotsteigin. Árni kemur í góða støðu, sendir skot avstað, men bólturin fer beint við síðuna av.

Men sum hálvleikurin leið, fækkaðust málmøguleikarnir, og í seinastu 20 minuttunum av hálvleikinum var næstan eingin veruligur málmøguleiki.

Beint fyri hálvleikssteðgin fekk Molde sent eitt skot avstað móti KÍ-málinum, men høvdið hjá Árna var fyri, og so spurdist ikki meira burturúr hesum kjansinum.

0-0 í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so skorar Molde. KÍ missir bóltin høgt uppi á vøllinum, og so skjótir at revsa klaksvíkingar. Bólturin ferðast skjótt frameftir við skjótum smáspæli. Bólturin verður lagdur út í høgra borði, har Molde-spælari leggur bóltin hart innfyri til liðskiparan, Magnus Wolff Eikrem, ið leggur Molde á odda 1-0.

So kundi staðfestast, at ikki fór at spæla ein heimadyst 0-0, og spurningurin var, um KÍ nú megnaði at koma innaftur í dystin, eins og KÍ gjørdi úti móti Häcken.

Men tá tú hevur Árna Frederiksberg á liðnum, so kann alt henda. Maðurin tekur øll hornaspørk, innkøst og so hevur hann eisini skorað eitt hav av málum fyri KÍ í summar úti í Evropa.

Og tá støðan kann tykjast torfør og ørkymlandi, so slær Árni til. ”Cometh the hour, cometh the man”, segði Sir Walter Scott í einari av sínari skaldsøgum á sinni. Árni er rætti maðurin, tá ting skulu henda. Eftir at 64 minuttir vóru leiktir, hevur KÍ fríspark á miðjum vølli. Árni skjýtur, sjálvandi, og Molde hevur trupult við at rudda bóltin vekk. KÍ varðveitir eitt høgt trýst, og so fær Árni bóltin úti í høgru síðu. Hann fintar fyrst ein Molde-spælara á reyvina, síðan hóttir hann við at leggja bóltin inn við høgra beinið, men leggur hann betur til rættis, so bólturin kann leggjast inn við góða vinstra beininum, halda øll uttan Árni. Tí hann ger ikki mætari at smekka bóltin móti Molde-málinum úr sera spískum, og bólturin snýttir bæði verjuna og Molde-málverjan, tá Árni skjýtur móti nærmaru stong, og so var 1-1 á Tórsvølli. Eitt fantastiskt mál!

”Cometh the hour, cometh the man”

Men Árni var ikki liðugur at brilliera!

Molde virkaðu ikki heilt nøgdir við, at tað skuldi standa á jøvnum, tá liðini aftur møttust í Norra um eina viku. Molde legði eitt høgt trýst á KÍ, men so kann KÍ liggja upp á lúr, tað vita vit. KÍ fangar Molde, tá liðið er høgt inn á KÍ-hálvuni. KÍ fer í skjótt mótálop, har bólturin Sivert Gussiås fær bóltin. Nógvir KÍ-spælarar koma rennandi, og ein av teimum er Kjølbro-stjórin, Árni Frederiksberg. Sivert spælir bóltin til Árna, sum rennur sær í eina góða støðu, og hann ger ikki mætari enn at smekka bóltin enn einaferð í nærmasta málhorn – hesa ferð heilt upp í málhornið, og so enntá við høgra beininum. 2-1 til KÍ, og nú er Árni noyddur at goyma sítt telefonnummar, sum stendur alment frammi á heimasíðuni hjá Kjølbro-heilsøluni.

Silvaland ER langtsíðani skift út við dreymalandið og eitt evropeiskt bólkaspæl, men spurningurin er nú, hvat fyri dreymaland KÍ endar í.

Returdystur er í Molde um eina viku, og møguleikin at koma víðari livir framvegis.

Byrjanaruppstillingin hjá KÍ sá soleiðis út:

Nils Jonatan Johansson – René Shaki Joensen, Vegard Forren, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen – Claes Kronberg, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Árni Frederiksberg – Luc Kassi