Tá FIFA-forsetin, Sepp Blatter, tosaði undir setanarhátíðarhaldinum fyri 3. Altjóða Fótbóltsframløguni í Beijing, kunngjørdi hann, at felagsskapurin góðtók niðurstøðuna hjá kinverska fótbóltssambandinum, sum dagfesti upprunan hjá spælinum aftur til umleið ár 300 fyri Krist í býnum Linzi í Shandong landslutinum. Tá var Linzi høvuðsstaður undir Qin-keisaraættini.
Teir gomlu kinverjarnir frá tí tíðarskeiðnum spældu ein ítrótt nevndur cuju (sum bókstavliga merkir “sparka ein bólt”), har lið alt frá tveimum til sekstan persónar hvørjumegin kappaðust at sparka ein bólt, ið var fyltur við fjaðrum og hárum í smá net, sum hingu ovast á bambusrørum. Leikararnir kundu brúka allan kroppin uttan hendurnar.
Seinni gjørdist spælið betri umtókt undir Han-keisaraættini (206 fyri Krist og 220 eftir Krist), sum javnsetti spælið og enntá brúkti tað sum ein part av einari venjingarætlan fyri herin. Undir Tang-keisaraættini (618-907 eftir Krist), tá hár- og fjarðafylti bólturin varð útskiftur við ein luftfyltan bólt, vann ítrótturin uppaftur størri fólkatokka í øllum samfelagsløgum og enntá kvinnurnar tóku spælið til sín. Spælið spreiddi seg eisini víðari til Korea og Japan. Yrkisfeløg byrjaðu undir Song-keisaraættini (960-1279 eftir Krist) og spælið varð strangliga skipað.
Cuju misti takið undir Ming-keisaraættini (1368-1644 eftir Krist). Umleið ár 1900 byrjaði nýmótans fótbóltsspælið at gera um seg í Kina og í 1924 varð kinverska fótbóltssambandið (CFA) sett á stovn.