Cynthie Weil deyð

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Dóttir Cynthie Weil váttar, at sangskrivarin handan You´ve Lost That Lovin’ Feelin’, er deyð í heimi sínum í Beverly Hills.

Kvinnan, ið skrivaði kendu løgini Make Your Own Kind of Music, On Broadway, Walking in the Rain og fleiri onnur løg, er deyð 82 ára gomul. Cynthie Weil var gift við Barry Mann, og tey arbeiddu saman sum sangskrivarar. Millum annað skrivaðu tey sangir til Dolly Parton, Lionel Richie og Hanson. Hon og maðurin hava vunnið fleiri Grammy virðislønir saman og vórðu eisini tilnevnd til fleiri Academy virðislønir.

Parið varð í 1987 innsett í Songwriters Hall of Fame. Í 2010 vórðu tey eisini innsett í Rock & Roll Hall of Fame saman við tónleikanøvnum sum ABBA, Jimmy Cliff og The Hollies. Í 2011 fingu tey heiðurin The Johnny Mercer Award, ið er tann hægsti heiðurin, ið Hall of Fame gevur. Cynthia Weil og Barry Mann giftust í 1961 og fingu eina dóttir saman, Jenn Mann.