Betrideildin menn
B36 – EB/Streymur 0-0 (0-0)
Dysturin millum B36 og EB/Streym tók eina vend, tá ið Hannes Agnarsson bjargaði við hondini inni í brotsteiginum, tá ið hálvur tími var spældur. Reytt kort og brotsspark til EB/Streym.
Boubacar Dabo tók brotssparkið, men Silas Eysteinsson blakaði seg til høgru og bjargaði.
Løtu seinni fekk EB/Streymur enn ein brotsspark, tá ið Símun Sólheim feldi Dabo. Enn einaferð legði Dabo bóltin á brotssparksblettin, og enn einaferð brendi hann, tá ið hann sendi bóltin upp um.
Undan útvísingini var B36 spælstýrandi. Men tað varð ikki til heilt stórar møguleikar, tó at onkur var.
EB/Streymur spældi í sínum lagi upp á mótálop, og tað er ein fragd at síggja ein leikara, sum Dabo, ið bæði hevur ferð og teknik til at bjóða einari heilari verju av einsamallur.
Eftir reyða kortið tóku sundalagsmenn yvir spælið, og bæði Búi Egilsson og Dabo høvdu stórar møguleikar í seinna hálvleiki. Men inn vildi bólturin ikki, og í málinum hjá B36 stóð Silas Eysteinsson væl.
Eftir eitt langt áhaldandi trýst frá EB/Streymi í eini tjúgu minuttir, kom B36 nógv betri við. Pætur Petersen hevði eina góða roynd, og Símun Sólheim hevði eisini ein stóran møguleika.
Hesa løtuna sást als ikki, at EB/Streymur var ein leikari meira á vøllinum, og bóltur var á hálvuni hjá EB/Streymi samanhangandi í langa løtu.
EB/Streymur fekk tó eina góða løtu afturat seinast í dystinum, og beint fyri tíð setti Virgar Jónsson høvdið á bóltin inni í brotsteiginum, men enn einaferð bjargaði Silas.
Málleyst í mjørkasirminum í Gundadali, og tað kunnu EB/Streymur og serliga Dabo iðra seg um.
Eitt stig í Gundadali móti B36 má kortini metast sum eitt gott úrslit hjá EB/Streymi. Hinvegin so sær út til, at B36 seinastu dystirnar er steðga eitt sindur upp eftir eina góða byrjan um upp á kappingarárið.