Dagføring: Luc Steins er á dómaraseðlinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

(Dagført klokkan 10.55)
Í dag klokkan 14.00 spælir manslandsliðið í hondbólti móti Niðurlondum á útivølli.

Nú er greitt, at stjørnuleikarin hjá Niðurlendingum Luc Steins er á dómaraseðlinum, eftir at tað hevur verið ivasamt, um hann fór at vera við í dagsins dysti.

Mikukvøldið spældu Føroyar javnt móti júst Niðurlondum í høllini við Tjarnir. Tá var stjørnuleikarin og spælskiparin hjá Niðurlondum Luc Steins ikki við, og sum FM1 skilti støðuna í gjárkvøldi, so skuldi hann ikki verða við í dag, tí góðar keldur í hondbóltsumhvørvinum vistu, at hann var í París í gjár, har hann dagliga spælir við franska stórfelagnum Paris Saint Germain. Nú er tó greitt, at hann er á dómaraseðlinum til dagsins dyst.

Um Luc Steins verður við, so koma vit at síggja eitt heilt annað Niðurlendskt lið, tí Luc Steins hevur eins stóran týding fyri niðurlendska spælið, sum Elias á Skipagøtu hevur fyri Føroyar.

Sama um Luc Steins er við ella ikki, so kann væntast við einum torførum dysti, tí í hondbólti er altíð munandi torførari at spæla á útvølli enn heima.

Hinvegin so er spurningur, um talan verður um veruliga útivølli, tí tað væntast upp í móti 1000 føroyskir áskoðarum til dystin, og Topsportcentrum Almere, har dysturin verður spældur hevur til dagsins dyst pláss fyri 2300 áskoðarum. Tí er er lítið at ivast í at ljódligu føroysku áskoðararnir fara at hoyrast væl.

Í føroyska hópininum tykjast allir leikarar klárir, og megna teir at fáa eitt stig í dag økjast møguleikarnir at koma til EM-endaspælið munandi.

Hóskvøldið vann Kosovo 31-30 móti Ukraina. Tað úrslitið ger, at bólkurin er rættiliga opin, og Føroyar hava brúk fyri hvørjum einasta stigi, um tað skal eydnast at spæla seg til EM-endapælið.


Føroysku viðhaldsfólkini í Niðurlondum møtast til upphitingartiltak nakrar tímar undan dystinum.

Landsdysturin verður vístir í sjónvarpinum hjá KvF. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 14.00, og sjónvarpið byrjar undansendingina klokkan 13.30.

Mynd: Hondbóltssambandið


Stigatalvan í EM-undanbólki 6

DVJTMFMMMunurStig
1Niðurlond312010510414
2Føroyar3111968883
3Kosovo31118595−103
4Ukraina310210610332