

Dagsins leikari Gylta á Neystabø og royndu leikararnir Bjarta og Turið stórfegnast
21.02.2026Hoyr samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi við trý umboð fyri Faxe Kondi steypavinnararnar hjá Kyndilskvinnum, málverjan og dagsins leikara, Gyltu á Neystabø, og royndu leikararnar, Bjartu O. Johansen og Turið Arge Samuelsen. Fyri Gyltu var tað serliga stórt, tí hetta er fyrsta árið hon er fyrsti málverji.

Hondbóltur (ljóð)
FM1 sigur frá heimligu hondbóltskappingini eins og vit eisini fylgja við føroyskum spælarum uttanlands













