,

Dagsins leikari og fermálsskjúttin Markus Klein Danielsen fegnast um at vera U15 steypavinnari við B36

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð, og viðmerkjararnar, Ronnie Thomassen og Arnbjørn Svensson siga frá og greina tey átta málini, ið vóru skotin í U15 steypafinaluni hjá dreingjum á Tórsvølli, ið B36 vann 5-3 á Víkingi. Hoyr eisini Arnbjørn og Ronnie taka samanum dystin. Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við dagsins leikara, Marcus Klein Danielsen, ið skoraði heili fýra mál í steypafinaluni. Marcus fer ætlandi til OB í Danmark at vera fótbóltslærlingur í næstum. Hoyr eisini venjaran hjá Víkingi, Fannhard Skoradal seta orð á steypafinaluna. Fannhard heldur, at fleiri av málunum Víkingur fekk ímóti sær vóru óheppin og kostaðu dýrt.

Myndir: Rùni á Reynatrøð