Landstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, vónar, at allar verkætlanir í sambandi við Dalstunnilin verða lidnar í ár.
Tað kemur fram í svarið til fyrispurning um Dalstunnilin frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni fyri Framsókn. Spurningurin var, nær í 2025 verður koyrandi í Dalstunlinum og um tilhoyrandi arbeiðir verða liðug í ár.
Dalstunnilin er 2,2 kilometrar langur, og tilhoyrandi vegagerð er 300 metrar. Grót frá tunlinum er brúkt til at umleggja eitt stórt sving á Skálavíkarvegnum, og ein stórur partur av verandi vegum í Húsavík og Dali er breiðkaður.
Í 2024 var arbeitt við vegagerð í tunlinum, umframt at gera portalar og at tryggja og vatntryggja tunnilin.
Í 2025 verður arbeitt við tekniskum installatiónum, trygdarútgerð, ljós og asfaltering. Í løtuni verður gjørd ein vegagrøv til dren og kaðalar til samskifti, ravmagn og rakstur av tunlinum.
Portalurin Dalsmegin er í gerð, og arbeiðið verður liðugt í summar. Í mars 2025 verður el- og trygdarútgerðarverkætlanin boðin út, og arbeiðið byrjar í mai og tekur 4-5 mánaðir. Kostnaðarmetingin vísir, at verkætlanin fer at kosta 168 mió. kr.
Tørvur er á eini eyka játtan uppá 23 mió. kr., sum landsstýrismaðurin vónar at fáa til vega, so øll verkætlanin verður liðug í ár.
Mund: Landsverk