Dan Brimsvík og 07 Vestur enda samstarvið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Dan Brimsvík er ikki venjari hjá besta mansliðnum hjá 07 Vestur longur. Nevndin í 07 Vestur og Dan Brimsvík eru í dag vorðin samd um at enda samstarvið.

– Vit eru sera hørm um at verða komin hartil, men úrslitini hava ikki verið eftir vild og tað er eyðsæð at okkurt má gerast fyri at venda gongdini, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur.

– Vit vilja takka Dan fyri samstarvið og tað orku hann hevur lagt í sít arbeiðið sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur, sigur hann.

Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at hava eina loysn klára innan stutta tíð. Til nýggjur venjari er settur, fer Sigtór Petersen at standa við ábyrgdini av Betrimonnum.

Dan Brimsvík gjørdist venjari hjá 07 Vestur síðan seinasta summar. Hann hevði frammanunda verið høvuðsvenjari hjá B36 frá endanum av kappingarárinum 2020 til juni í 2024.

Dan hevur eisini royndir sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36, ítróttarleiðari hjá Hvidovre Elite og høvuðsvenjari hjá U14-U15 Elite hjá Lyngby BK. Umframt tað er Dan útbúgvin Bachelor í Ítróttarvísind frá Københavns Universitet.