Við boðunum “Dan er okkara” boðar HB á Facebook frá, at Dan í Soylu er aftur í HB eftir eitt misseydna ár í KÍ.
Dan í Soylu var í seks ár meira ella minni fastur maður á besta liðnum hjá HB, áðrenn hann valdi at royna eydnuna í KÍ. Sambært FaroeSoccer spældi hann 24 dystir í Betrideildini fyri KÍ í ár, men 11 av teimum vóru sum innskiftari.
28 ára gamli sandingurin vaks upp í B71 og spældi bæði í AB og EB/Streymi, áðrenn hann í 2018 varð fastur partur av meistaraliðnum hjá HB undir leiðslu av íslendska venjaranum Heimiri Guðjónssyni.