Tú lurtar eftir

Dan: – Vit blaka ov nógvar bóltar vekk

13.07.2023

Tað var ein partvíst nøgdur B36-venjari, ið tosaði við Trygva Absalonsen eftir dystin. B36 skapti nakrar málmøguleikar, sum kanska á einum øðrum degi endaðu í málinum, men soleiðis var ikki móti Paide. – Vit byrja báðar hálvleikirnar væl, men blaka bóltar ov lætt vekk. Vit skaptu kanska tríggjar-fýra stórar málmøguleikar, har vit kanska áttu at havt skorað okkurt mál, men soleiðis skuldi ikki vera, sigur B36-venjarin. Hann helt, at málmøguleikarnar, ið Paide fekk, vóru gávur frá B36 – serliga í fyrra hálvleiki – so í hálvleikinum bleiv tosað um, at rætta hetta til seinna hálvleik, og tá sá tað frægari út, heldur venjarin. Dan Brimsvík sigur, at tað verður ein øðrvísur dystur í Estlandi um eina viku. – Teir hava ein nýggjan venjara, sum broytir nógv upp á liðið frá dyst til dyst, og tað órógvar eisini okkum, men eg meti ein meira javnan dyst í komandi viku, sigur B36-venjarin. Hoyr samrøðuna her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jákup á Borg fegnast um at hava ein ótrúligan bjargingarmann í B36-málinum

Aftaná harðvunna, men kærkomna 2-1 (1-1) sigurin hjá B36 á 07 Vestur á Dungasandi fekk Pætur Nolsøe orðið á ei…

16.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – 07 Vestur kendi ikki sína vitjanartíð

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Bjarna Prior siga frá málunum, ið góvu B36 ein 2-1 (1-1) á 0…

16.08.2026
Dan í Soylu: – Gott við trimum stigum men vit brenna ov nógvar málmøguleikar

Aftaná 2-0 (2-0) heimasigurin á B68 fekk Trygvi Absalonsen orðið á Dan í Soylu hjá HB. Dan fegnast um tey trý …

16.08.2026
Aleksandar Jovevic: – Reyða kortið knústi leikætlanina hjá B68

Aftaná 0-2 (0-2) útitapið hjá B68 fyri HB fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B68, Aleksandar Jo…

16.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – HB spældi framúr væl men reyða kortið oyðilegði nógv fyri B68

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá teimum báðum málunum HB skoraði…

16.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – KÍ tapti greitt fyri einum væl betri liði

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá málunum, og taka samanum dystin K…

14.08.2026
Árni og Jóannes: – Annað málið hjá Lech Poznan tíðliga í seinna hálvleiki tók luftina úr KÍ

Aftaná 0-5, og harvið samlaða 0-6 tapið hjá KÍ fyri pólsku meistarunum, Lech Poznan á Tórsvølli í triðja undan…

14.08.2026
Klæmint A. Olsen fegnast um eitt gott leikligt avrik hjá NSÍ

Aftaná 2-2 (1-0) javnleikin, og samlaða 2-4 tapið fyri FC Lugano í triðja undanumfarinum í Conference League f…

13.08.2026
Viljormur Davidsen: – Vit í NSÍ kunnu vera ernir av evropeisku avrikunum

Aftaná 2-2 (1-0) javnleikin, og samlaða 2-4 tapið fyri FC Lugano í triðja undanumfarinum í Conference League f…

13.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – NSÍ avrikaði væl móti sterkum sveisiskum liði

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Abraham Løkin siga frá dystinum NSÍ-FC Lugano 2-2 (1-0…

13.08.2026
Shaki: Fantastiskt at vera á vøllinum aftur – vit fara av álvara eftir møguleikanum í morgin

HB-dysturin var ein ringur dagur á kontórinum, og nú snýr tað seg um at gera tingini røtt á Tórsvølli, har vit…

12.08.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Álopsspælið hjá NSÍ var framúr gott

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá málunum, ið vóru skotin í dy…

10.08.2026
Pauli Poulsen: – Avrikið hjá Skála ÍF er ikki nøktandi

Aftaná 0-4 (0-3) tapið hjá Skála ÍF fyri NSÍ við Løkin fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá Skál…

10.08.2026
Petur Knudsen: – NSÍ spælir ein ótrúliga góðan dyst í kvøld

Aftaná 4-0 (3-0) stórsigurin hjá NSÍ á Skála ÍF við Løkin fekk Brynjar J. Poulsen orðið á fyrsta málskjúttan o…

10.08.2026
Stefan Radosavljevic: – HB hevði gott tamarhald á verjupartinum

Aftaná 2-0 (1-0) sigurin hjá HB á KÍ norðuri í Klaksvík fekk Trygvi Absalonsen orðið á seinna málskjúttan hjá …

10.08.2026
Páll A. Klettskarð: – KÍ gagnnýtti ikki teir stóru málmøguleikarnar

Aftaná 0-2 (0-1) tapið fyri HB á heimavølli við Djúpumýru fekk Trygvi Absalonsen orðið á áleyparan hjá KÍ, Pál…

10.08.2026