Dánial og Ann Dorit vunnu bilin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Dánial og Ann Dorit Thomsen úr Sandavági vunnu elbilin, ein Volvo EX30, sum Reyði Krossur Føroyar lutaði burtur á ársins Landsinnsavning. Tí boðar Reyði Krossur frá í kvøld.

Sunnukvøldið, tá ið beinleiðis Landsinnsavningin varð send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, sveik tøknin, og tí riggaði ikki at kasta lut um bilin.

Týsmorgunin varð so kastað lut um bilin, og hann var verandi í Sandavági, haðani Landinnsavningin var send beinleiðis av Fiskastykkinum.

Reyði Krossur Føroyar ynskir teimum báðum til lukku við bilinum, og takkar øllum fyri stuðulin.

Mynd: Reyði Krossur Føroyar