Daniel Johansen gevst í Hillerød – Flytur heim til Føroya

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsliðsleikarin Daniel Johansen, gevst í Hillerød og kemur heim til Føroya. Tað boðar Hillerød frá á heimasíðuni í dag.

Daniel kom til danska felagið í 2024 frá Thisted FC og hevur seinstu tíðina spælt sera væl fyri Hillerød og varð í dag úttikan aftur til landsliðið, eftir at hava verið úti eina tíð.

Áðrenn 26 ára gamli Daniel Johansen fór til Danmarkar í 2023, spældi hann sambært FaroeSoccer 149 dystir í bestu deildini fyri HB, og tí má HB metast at vera besta boðið upp á, hvar Daniel Johansen fer at spæla, nú hann flytir heim aftur.

Hillerød skrivar, at Daniel av persónligum ávum hevur hann valt at gevast í felagnum fyri at flyta heim til Føroya og vera nærri familju og vinum.

Stjórin í Hillerød, Jackie Rasmussen, sigur, at Daniel vil verður saknaður, bæði á vøllinum og uttanfyri.

Daniel spældi 25 dystir fyri Hillerød, teir flestu frá byrjan, og gjørdi 5 málsgevandi sendingar umframt 3 mál.