Daniel Johansen: – KÍ-arnir hava ein ringan smakk í munninum aftaná mista sigurin
23.08.2026Aftaná 2-2 (0-0) javnleikin, har KÍ var á odda 2-0 fekk Trygvi Absalonsen orðið á Daniel Johansen. Daniel staðfestir, at KÍ-arnir hava ein ringan smakk í munninum aftaná mista sigurin, har teir mistu tamarhaldið á dystinum aftaná nøkur persónlig mistøk. Daniel heldur, at fyrstu 70 minuttirnir vóru frálíkir hjá KÍ, og tí iðrar teir seg um tvey mist stig. Hóskvøldið skal KÍ yviri í Riga royna at vinna ein samlaðan sigur á Riga FC. Daniel hevur góðar vónir, sjálvt um KÍ bert megnaði 0-0 í heimadystinum móti Riga FC.