Danmark er heimsmeiatari í manshondbólti 2025. Teir vunnu 32-26 móti Kroatia í finaluni, sum var spæld í Noregi.
Við sigrinum hevur Danmark vunnið fýra HM-gull á rað, eitt avrik, sum einki annað landslið hevur megnað. Nikolaj Jacobsen, venjari, hevur enn ongantíð tapt ein HM-dyst, síðan hann tók við í 2017. Jóhan á Plógv Hansen og fýra aðrir leikarar hava verið við at vinna øll fýra heimsmeistaraheitini.
Danmark heldur harvið fram við at vísa sína styrki, sum heimsins besta hondbóltslandslið, og vístu at teir klára seg uttan Mikkel Hansen. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Danmark vinnur eitt endaspæl uttan Mikkel Hansen á liðnum.
Skitið kroatiskt spæl
Dysturin byrjaði javnt, og kroatar royndi við illum og góðum at steðga væl smurdu donsku hondbóltsmaskinuni.
Slapp ein danskur leikari framvið kroatisku verjuni, so hildu kroatar fast, til danskarin lá í gólvinum. Soleiðis offraðu kroatar fleiri útvísingar á tveir minuttir og eitt reytt kort fyri at vita, um tað kundi steðga Mathias Gidsel og hinum dønunum.
Gidsel kom í gongd
Í 20 minuttir kláraðu kroatar at fylga við. Kroatia hevði nakrar ferðir møguleika at javna, men Emil Nielsen veit, nær hann skal brúka tær heilt stóru bjargingarnar, og Kroatia javnaði ongantíð.
Kroatar megnaðu at steðga Mathias Gidslel fyrsta korterið, men heimsins besti leikari vaknaði seinastu løtuna fyri steðgin, og í hálvleikinum førdi Danmark 16-12. Tá hevði Gidsel longu skotið seks mál.
Í øðrum hálvleiki helt Danmark fast í leiðsluni. Kroatar royndu at vísa sítt sereyðkenni, ongantíð at geva upp, og tá ið fimm minuttir vóru eftir, høvdu teir akkurát minkað munnin við trimum málum niður í 29-23. Nærri komu teir tó ikki.
Danmark endaði við at vinna 32-26 og vístu enn einaferð, at teir eru nógv tað besta landsliðið í heiminum. Kanska tað besta landsliðið nakrantíð.
Mathias Gidsel skoraði tíggju mál og legði upp til fýra, meðan Emil Nielsen bjargaði 13 skotum. Simon Pytlick stuðlaði Gidsel við fýra málum, og allir hesir spælarar vóru við í All-Star liðnum. Jóhan á Plógv Hansen spældi rímiliga nógv í dag, skoraði trý mál upp á fýra skot.