Danmark tryggjaði norðurlendska EM-finalu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Donsku hondbóltskvinnurnar hava í kvøld við sigri á Fraklandi spælt seg í EM-finaluna. Danmark vann í hálvfinaluni 24-22 móti Fraklandi.

Harvið verður tað ein norðurlendsk finala sunnudagin, tí fyrr í dag spældi Noreg seg í finaluna við sigri á heimaliðnum Ungarn.

Í einum dysti við tveimum góðum verjum og tveimum góðum málkvinnum vóru ikki nógv mál. Danmark var framman fyri stóran part av dystinum, og í hálvleikinum førdi Danmark 13-11.

Í seinna hálvleiki byrjaði Frakland betri og eina løtu gjørdist talan um eina veruliga spennandi finalu. Men so stongdi Anna Kristensen málið hjá Danmark. Í hinum gekk Anne Mette Hansen fremst, og Danmark fór frá 14-14 fram um 20-14.

Frakland gavst tó ikki so, og teirra málkvinna stóð eisini sera væl eina løtu. Frakland kom tó ongantið nærri enn tvey mál, og Danmark vann dystin 24-22.

EM-finalan millum Danmark og Noreg verður spæld sunnudagin klokkan 17.00. Noreg vann fyrr í kappingini 27-24 móti Danmark í millumbólkaspælinum, og Danmark hevur bara vunnið tríggjar kappingardystir móti Noregi, síðan ár 2000.

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

Mynd: EHF