Eingin steðgar Danmark, sum nú er komið víðari í fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum í manshondbólti eftir greiðan sigur móti Sveis. Danmark hevur spælt so mikið væl hetta endaspælið, at tað er sera torført at síggja, at nakar kann steðga teimum.
Eftir fyrstu tíggju minuttirnar var Sveis væl við, men síðan dróg Danmark frá. Í hálvleikinum førdi Danmark 18-11, og vann við ellivu málum 39-28. Danmark hevur vunnið allar fimm dystirnar í endaspælinum.
Danski stórspælarin Mathias Gidsel var mansvardur stóran part av dystinum, og tað gav pláss til, millum annað toppskjúttan Lasse Andersson, sum skoraði átta mál. Í málinum stóð Emil Nielsen enn ein rimmar dyst við einum bjargingarprosent yvir 50 prosent.
Danmark skal spæla í fjórðingsfinalu mikudagin í Oslo. Mótstøðuliðið nummar tvey í millumbólki 3, sum kann verða Svøríki, Spania, Noreg, Portugal ella Brasil.
Týskland vann eisini ein góðan sigur móti Italia, sum stríddist móti yvirmaktini, so leingi teir orkaðu. Men at enda vann Týskland 34-27.
Í bólki 2 spældi Frakland seg víðari við greiðum 35-28 sigri á Niðurlondum
Úrslit í dagsins dystum
Millumbólkur 1
- Tunisia – Kekkia 26-32
- Italia – Týskland 27-34
- Danmark – Sveis 39-28
Millumbólkur 2
- Norðurmakedonia – Katar 39-34
- Niðurlond – Frakland 28-35
- Ungarn – Eysturríki 29-26
Stigatalvur
Bólkur 1
D | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Danmark | 4 | 4 | 0 | 0 | 150 | 99 | 51 | 8 |
Týskland | 4 | 3 | 0 | 1 | 124 | 118 | 6 | 6 |
Italia | 4 | 2 | 0 | 2 | 104 | 116 | -12 | 4 |
Sveis | 4 | 1 | 1 | 2 | 111 | 113 | -2 | 3 |
Kekkia | 4 | 1 | 1 | 2 | 89 | 97 | -8 | 3 |
Tunesia | 4 | 0 | 0 | 4 | 98 | 133 | -35 | 0 |
Bólkur 2
D | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frakland | 4 | 4 | 0 | 0 | 144 | 104 | 40 | 8 |
Ungarn | 4 | 2 | 1 | 1 | 122 | 122 | 0 | 5 |
Norðurmakedonia | 4 | 1 | 2 | 1 | 127 | 127 | 0 | 4 |
Niðurlond | 4 | 2 | 0 | 2 | 135 | 140 | -5 | 4 |
Eysturríki | 4 | 1 | 1 | 2 | 110 | 119 | -9 | 3 |
Katar | 4 | 0 | 0 | 4 | 116 | 142 | -26 | 0 |
Bólkur 3
D | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Portugal | 3 | 2 | 1 | 0 | 98 | 91 | 7 | 5 |
Svøríki | 3 | 1 | 2 | 0 | 108 | 96 | 12 | 4 |
Brasil | 3 | 2 | 0 | 1 | 83 | 80 | 3 | 4 |
Spania | 3 | 1 | 1 | 1 | 84 | 76 | 8 | 3 |
Noreg | 3 | 1 | 0 | 2 | 79 | 84 | -5 | 2 |
Kili | 3 | 0 | 0 | 3 | 76 | 101 | -25 | 0 |
Bólkur 4
D | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Argentina | 4 | 3 | 0 | 1 | 130 | 115 | 15 | 6 |
Kroatia | 4 | 3 | 0 | 1 | 128 | 113 | 15 | 6 |
Serbia | 4 | 2 | 1 | 1 | 119 | 111 | 8 | 5 |
Egyptaland | 4 | 2 | 0 | 2 | 123 | 120 | 3 | 4 |
Pólland | 4 | 1 | 0 | 3 | 114 | 125 | -11 | 2 |
Saudiarabia | 4 | 0 | 0 | 4 | 102 | 132 | -30 | 0 |