Einaferð arbeiddi hann í einum barnagarði í Danmark, nú verður hann høvuðsvenjari hjá stórfelagnum í Norðurlondon, Tottenham.
Nakað av fokus hevur verið á yrkisleiðina hjá Thomas Frank, nú hann tekur yvir í Tottenam, og yrkisleiðin er ikki, sum hjá flestu venjarum.
Hann hevði ikki nakra stóra yrkisleið sum fótbóltsleikari, og byrjaði sum U8-venjari í Hvidovre einaferð í 1990’unum. Hann var ungdómsvenjari í ymiskum feløgum fram til 2008.
Í nøkur ár vandi hann ungdómslandslið hjá Danmark, og í 2013 gjørdist hann venjari hjá Brøndby, har hann segði úr starvi í 2016, tá ið formaðurin í Brøndby kritiseraði hann undir anonymum navnið á einum Brøndbyforum á netinum.
Í 2016 gjørdist hann hjálparvenjari í Brentford, og í 2018 gjørdist hann høvuðsvenjari.
51 ára gamli danin, hevur havt framúrskarandi úrslit við lítla Londonfelagnum Brentford. Í 2021 fluttu teir upp í Premier League, og síðan hevur liðið stabiliera seg har.
Nú skal hann so royna seg í Tottenham komandi trý kappingarárini. Uppgávan verður at flyta Tottenham aftur upp í toppin í enskum fótbólti. Felagið endaði í ár á einum skuffandi 17. plássi. Teir vunnu kortini Europa League og skulu harvið spæla í Champions League komandi kappingarár. Tað var tó ikki nokk til at bjarga undanfarna venjara Ange Postecouglu.
Fleiri av hjálparvenjarunum fylgja við Thomas Frank frá Brentford.