Høvuðsvenjari hjá Linfield er søguligi toppskjúttin hjá norðurírska fótbóltslandsliðnum, David Healy. Í samrøðu við Rúna á Reynatrøð harmast hann um mistøkini, ið førdu til, at Vìkingur skoraði tvey mál og vann 2-1 á Linfield á Tórsvølli. David Healy er tó vónríkur um, at Linfield á einum góðum grasvølli á Windsor Park kann avrika betri og vinna seg víðari í kappingini. David Healy minnist ikki, at hann á sinni møtti Atla Gregersen, tá Føroyar og Norðurírland leiktu javnleik 1-1 í EM-undankappingardysti 12. oktober í 2010.

David Healy harmast um mistøkini sum førdu til bæði málini hjá Víkingi
Skrivað
Dagfesting