David Moyes aftur í Everton

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

61 ára gamli David Moyes er aftur sum venjari hjá Everton. Everton váttar hetta leygarmorgunin á sínum miðlum.

– Tað er fantastiskt at vera aftur! Eg hevði ellivu fantastisk og eydnurík ár í Everton og ivaðist ikki eina løtu, tá ið eg fekk møguleikan at koma aftur til hendan frálíka felagið, sigur Moyes í eini fráboðan.

Skotin David Moyes varr stórfavorittur at taka yvir eftir Sean Dyche, sum fekk sekkin hósdagin. Hann var venjari hjá Everton frá 2002 til 2013, og hevur síðani verið venjari hjá Manchester United, Real Sociedad og Sunderland, áðrenn hann hevði tvey skeið í West Ham.

Sambært The Times hevur Moyes skrivað undir ein sáttmála, sum varar til summarið 2027.

Everton er nummar 16 í Premier League og hevur bara vunnið tríggjar av 19 dystum hetta kappingarárið.