Demenssjúk undir 67 ár detta niður millum land og kommunur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýriskvinnan í almannamálum Sirið Stenberg hevur svarað fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni, tingmanni fyri Fólkaflokkin, um støðuna hjá borgarum undir 67 ár við demenssjúku.

Sirið Stenberg staðfestir, at hóast ávís tiltøk eru framd, fáa borgarar við demens og teirra avvarðandi enn ikki nóg góða hjálp. Avbjóðingin liggur í samstarvinum millum kommunur og land.

Í Føroyum eru 26 fólk undir 67 ár, sum hava fingið staðfest demens og eru knýtt at Demensklinikkini.

Hon greiðir frá, at fimm av teimum 14 tilmælunum í demensætlanini frá 2015 hoyra til almannaøkið. Samskiparin á Almannaverkinum kunnar borgarar um hjálpartól og veitir ráð. Dagtilboð eru væl samskipað, men umlætting er ein avbjóðing. Almannaverkið samstarvar við kommunur um at keypa umlætting, men atgongdin er ymisk kring landið.

Viðvíkjandi stuðli tryggjar Almannaverkið, at borgarar við demensi fáa viðkomandi tænastur, sum til dømis tillagað starv, hjálpartól og dagtilboð. Persónligur stuðul verður ikki veittur. Lógarbroytingar kunnu bøta um støðuna.

Sirið Stenberg nevnir eisini, at sálarfrøðilig hjálp er møgulig við ávísing frá lækna, men serlig skipan er ikki sett í verk.