Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er í hesum døgum á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø. Í gjár hevði hann fund við norska fiskimálaráðharran, Marianne Sivertsen Næss.
Føroyar og Noreg hava skipað semjur um makrelfiskiskapin og fiskiskapin eftir norðhavssild í Norðuratlantshavi og soleiðis tryggjað burðardyggan fiskiskap. Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av samstarvinum millum Føroyar og Noreg sum grannalond og fiskiveiðitjóðir.
Á skránni vóru eisini sínámillum fiskiveiðiavtalan og áleikandi samráðingarnar í strandarlandahøpi. Næstu stigini fevna um at fáa fleiri lond uppí makrelsemjuna og semjuna um norðhavssild, umframt at fáa gjørt semju um fiskiskapin eftir svartkjafti.
Dennis Holm bjóðaði eisini Marianne Sivertsen Næss at vitja Føroyar í næstum.