Franski sjónleikarin Gérard Depardieu hevur fingið 18 mánaðir treytaðan fongsulsdóm fyri kynsligan ágang. Tað skrivar BBC.
Dómstólurin í París gjørdi av í dag, at Depardieu er sekur í óhóskandi átburði móti tveimum kvinnuligum filmsarbeiðaarum undir upptøkum til filmin Les volets verts í 2021. Hann skal hava nortið kvinnurnar millum beinini og á bróstini, meðan hann gjørdi løgnar rørslur.
Dómarin, Thierry Donard, segði, at Depardieu ikki hevur givið eina sannførandi lýsing av hendingunum.
Depardieu noktar seg sekan og ætlar at kæra dómin. Áðrenn dómsavgerðina var sagt, at hann kundi fáa upp í fimm ára fongsul og eina bót á 75.000 evrur.
Ein av kvinnunum, segði í rættinum, at Depardieu hevði tikið í hana allastaðni á kroppinum, meðan hann helt henni fast millum beinini og kom við kynsligum viðmerkingum:
– Hann nam við alt, eisini míni bróst. Eg var bangin. Hann flenti, segði hon.
Depardieu, er ein av kendastu fronsku sjónleikarunum seinastu nógvu árini, og hevur verið við í óteljandi filmum. Hann hevur verið í fleiri ár verið umstríddur í franska filmsheiminum. Fleiri enn 20 kvinnur hava ákært hann fyri óhóskandi atburð, men hetta er fyrsta málið, ið er komið fyri rættin.
Franska sjónleikarinnan Charlotte Arnould var tann fyrsta, sum í 2018 meldaði Depardieu fyri neyðtøku.
Depardieu heldur fast um, at hann ongantíð hevur borið seg skeivt kynsliga at móti kvinnunum, hóast hann hevur viðgingið at hava brúkt seksistiskan málburð undir upptøkum og í einum føri tikið fast í mjadnarnar á eini kvinnu.