Tann 28. desember 1993 Bayern München úrmælingurin, Franz Beckenbauer, aftur til fyrrverandi felag sítt, hesaferð sum venjari.
Beckenbauer, sum eisini varð róptur Der Kaiser, byrjaði upprunaliga í ungdómsdeildindini hjá Bayern í 1959 og varð verandi í felagnum til 1977. Der Kaiser var við til at vinna 4 meistaraheiti (1968-69, 1971-72, 1972-73 og 1973-74), 4 steypafinalur (1965-66, 1966-67, 1968-69 og 1970-71) og tríggjar Europa Cup fyri meistaralið á rað (1974, 1975 og 1976). Við Bayern vann hann eisini Europa Cup fyri steypavinnarar í 1966-67 og Intercontinental Cup í 1976. Hann átti eisini ein týðandi leiklut í, at Vesturtýskland vann EM 1972 og HM 1974. Vesturtýskland endaði eisini á 3. plássi undir HM 1970 og sum tveyari í EM 1976.
Frálíka spæl hansara tryggjaði honum Ballon d’Or í 1972 og aftur í 1976 umframt, at hann var næstur á listanum bæði í 1974 og 1975. Harafturat var hann tann triði á listanum í 1966. Der Kaiser varð eisini kosin ársins týski leikari í 1966, 1968, 1974 og 1976.
Hann spældi eisini fyri New York Cosmos (1977-80 og 1983) og Hamburger SV (1980-82), har hann vann trý meistaraheiti við New York Cosmos (1977, 1978 og 1980) og eitt meistaraheitið við Hamburger SV (1981-82)
Tá ið hann gavst at spæla fór hann venjaravegin og stjórnaði Vesturtýsklandi (HM-vinnari í 1990 og HM-tveyari í 1986) og Olympique Marseille (meistari í 1990-91) við hepnari hond, áðrenn hann vendi aftur til Bayern í 1993. Hann vann eisini meistaraheitið við Bayern í 1993-94, men steðgaði so sum sum fyri at gerast forseti í felagnum, hóast hann aftur tók við sum fyribils venjari í 1996 og vann UEFA Cup við Bayern.
