Disney Playmakers er serligt fótbóltstilboð fyri gentur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Disney Playmakers er eitt stuttligt og øðrvísi fótbóltstilboð serliga ætlað gentum í aldrinum 5-6 ár.

Playmakers er eitt samstarv millum Disney og UEFA, sum Fótbóltssamband Føroya er ein partur av. Við átakinum vil Fótbóltssambandið geva 5-6 ára gomlum gentum eina øðrvísi og stuttliga byrjan uppá fótbólt, har dentur verður lagdur á rørsluførleikar, lívsførleikar og sosialar førleikar. 

Fyrsta umfar av Disney Playmakers í Trongisvági og á Giljanesi nærkast nú endanum. Undirtøkan hevur verið sera góð. Genturnar hava havt eina fantastiska uppliving og eru næstan lidnar við søguna úr Frozen 2, meðan tær samstundis hava ment sínar førleikar á øllum økjum.

Í ljósinum av væleydnaðu byrjanini fáa enn fleiri gentur nú møguleikan at royna hetta øðrvísi fótbóltstilboðið.

Seinni í hesum mánaðinum verður Disney Playmakers eisini boðið út á Argjum, í Sandoynni, í Sundalagnum, í Fuglafirði og í Klaksvík . Tað gevur gentum kring alt landið høvi at luttaka í hesum serliga tiltakinum, sum sameinir spæl, ímynding og fótbólt á ein kreativan hátt.

Gentur í aldrinum 5-6 ár eru vælkomnar at vera við og uppliva gleðina við fótbólti gjøgnum eygu Disney søgunnar.