,

Djóni: Áhugaverdur spurningur at flyta vetrarfrítíðina í sambandi við EM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú tað tykist greitt, at túsundtals føroyingar fara til Oslo hálvan januar 2026 til EM í manshondbólti, hevur verið nevnt millum manna, at kanska átti vetrarfríðin 2026 at verið løgd júst hesa vikuna.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í mentamálum, sigur í samrøðu við FM1, at spurningurin er áhugaverdur, men hann leggur dent á, at hetta als ikki er umrøtt í umsitingini.

Landsstýrismaðurin heldur tankin er áhugaverdur, men hann heldur, at vit skulu minnast til, at vetrarfrítíðin var løgd, sum ein tiltrongdur steðgur millum jólafrítíðina og páskafrítíðina.

Djóni heldur eisini, at tankin reisur nakrar prinsippiellar spurningar. Landsliðið verður helst gott í fleiri ár, og skulu vit so flyta vetrarfrítíðina hvørt ár? Og hava øll ráð at fara?

Djóni heldur eisini, at hetta reisur spurningin um disiplin í skúlanum, og mælir foreldrum til at tosa við børnini, um at tað ikki ber til at fara úr skúlanum uttan víðari. Hann heldur kortini, at spurningurin er stuttligur, men mælir fólki til at hugsa seg um.

Á myndini er Djóni Nolsøe Joensen til HM-endaspæl hjá U21-monnum í 2023


Lurta eftir samrøðuni við Djóna Nolsøe Joensen