Djóni Gaard Joensen og Ísak Vedelsbøl vilja ikki siga alt ov nógv um málið hjá føroyska liðnum í endaspælinum, men teir eru nøgdir við fyrireikingarnar og hava góðar vónir.
Djóni vitjaði rásarúmið og setti orð á m.a. føroyska liðið. Vit tosaðu við Ísak eftir fyrra venjingardystin móti Íslandi í vikuskiftinum, sum Føroyar vunnu 36-33.
Føroyar eru í bólki við Burundi, Iran og Svøríki, og fyrsti dysturin í Kroatia er á skránni 2. august.