Nám gevur út umleið 20 bøkur um árið, harav helvtin eru týðingar. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út 65-70 týddar bøkur árliga. Tað eru serliga lærarar, sum týða, bæði undirvísingartilfar og barnabókmentir. Tað stendur millum annað í svarið frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, í svar til spurning frá Honnu Jensen, tingkvinnu fyri Framsókn, sum spurdi um týðing til føroyskt innan útbúgvingarøkið.
Í svari sínum upplýsir landsstýrismaðurin, at Bókadeildin brúkti í 2024 yvir 400.000 krónur til at keypa rættindi og prentfílur, umframt góðar 360.000 krónur til týðarasamsýning.
Sambært landstýrismanninum, hevur Nám ikki sett eina neyva upphædd á týðing, tí stovnurin í høvuðsheitum framleiðir upprunatilfar.
Á Fróðskaparsetri Føroya ber til at taka eitt 10 ECTS-skeið í týðing, sum er partur av útbúgvingunum í føroyskum og ritlist. Skeiðið kann eisini takast sum stakskeið, men í løtuni verður ikki arbeitt við at menna eina sjálvstøðuga útbúgving í týðing.
Hanna Jensen hevur eisini spurt Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almanna-og mentamálum, nøkulunda somu spurningar, um týðing til føroyskt innan økið hjá landsstýrismanninum. Hann hevur ikki svarað enn.