Djóni tekur tríggjar útbúgvingar av við kunngerð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Barna- og undirvísingarmálaráðið kunngerð í dag, at tríggjar yrkisútbúgvingar verða tiknar av við kunngerð. Talan er um útbúgvingar innan fiskireiðskap, KT-fyrisiting og landbúnað, sum hava verið skipaðar við kunngerð, men nú verða settar úr gildi.

Í kunngerð nr. 141 stendur: “Kunngerð nr. 81 frá 22. august 2007 um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót verður sett úr gildi.”

Somuleiðis verður kunngerð nr. 103 frá 2003 tikin av, sum snýr seg um KT-stuðul innan skirvstovuyrkið.

Eisini verður kunngerð nr. 82 frá 2007 um landbúnaðarútbúgving sett úr gildi.