Djóni: Tilgongdin at seta heildarætlanina í verk er í gongd

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fyrr í hesum mánaðinum vildi Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, hvat landsstýrismaðurin í Barna- og undirvísingarmálum, Djóni Nolsø Joensen, ætlar at gera fyri at tálma rúsevnamisnýtslu í Føroyum.

Kristianna vísti við sínum fyrispurningi á, at undanfarna samgonga læt úr hondum eina heildarætlan, sum skuldi vera við til at tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, men hóast heildarætlanin varð almannakunngjørd í mars mánaði í fjør, so metir Kristianna Winther Poulsen ikki, at hendan ætlanin hevur fingið nóg nógva umrøðu, og tí vildi hon hava landsstýrismannin at greiða frá, í hvønn mun hann ætlar at seta tilmælini úr heildarætlanini í verk.

Tilgongdin er í gongd
Í sínum svari til tingkvinnuna úr Javnaðarflokkinum sigur landsstýrismaðurin, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur, saman við Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum, Løgmálaráðnum og Kommunufelagnum, tikið stig til eina barnaverkætlan, og tann 28. mars 2023 skrivaðu partarnir undir eitt semjuskjal hesum viðvíkjandi.

Endamálið við barnaverkætlanini er at laga niður forðingar, sum kunnu vera millum skipanir, tá tørvur er á sameindar tænastur og samskipaðar tænastur til børn og ung.

Fyrsti  partur  av  arbeiðinum  hjá  barnaverkætlanini er  at  kortleggja  og  greina  vitan  um  barna- og ungdómsøkið í Føroyum, m.a. frá álitum og frágreiðingum, ið eru gjørd innan økið seinastu árini. Her hevur heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum ein týðandi leiklut.

Næsta stig í arbeiðinum hjá barnaverkætlanini er at koma við tilmælum um tillagingar og broytingar í verandi skipan, ið kunnu viðvirka til betri fyribyrging, umframt at børn og ung, ið hava tørv á hjálp og stuðli fyri at hava viðburð, fáa tær neyðugu veitingarnar og tænasturnar so tíðliga og munadygt sum møguligt.

Hugskotsskráin í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru saman við  tilmælum  í  øðrum  álitum  og  frágreiðingum  ein  týðandi  partur  av  vitanargrundarlagnum  undir barnaverkætlanini.

– Til seinast vil eg vísa á, at SSP-samstarvið arbeiðir við og hevur ein avgerandi leiklut í tí upplýsandi og fyribyrgjandi arbeiðinum við at tálma kriminaliteti, skaðandi atburði og rúsevnismisnýtslu millum børn og ung í Føroyum. Við at skipa fyri mennandi og uppbyggjandi átøkum fyri hesar aldursbólkar, har øll børn og ung sleppa upp í part, verður slóðað fyri einum góðum barna- og ungdómslívi. Hesi átøkini og arbeiðið er sera týdningarmikið fyri at tryggja, at børn og ung koma væl undan í Føroyum, skrivar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, í sínum aftursvari til Kristionnu Winther Poulsen.