Við heimild í løgtingslóg er ein nýggj kunngerð sett í verk, ið ásetur reglur um at løggilda djórasjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum. Kunngerðin kemur í gildi 31. januar 2025.
Landsdjóralæknin veitir løggilding eftir umsókn. Fólk, sum hava prógv í Norðurlondum, kunnu verða løggild í Føroyum. Løggildingin fevnir um viðgerð og røkt av kelidjórum ella rossum, alt eftir serøkið.
Løggildir djórasjúkrarøktarfrøðingar kunnu, eftir ávísing frá djóralækna, veita tær viðgerðir, sum eru ásett í kunngerðini. Djóralæknin skal tryggja, at djórasjúkrarøktarfrøðingurin hevur neyðugu førleikarnar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við løggildum djórasjúkrarøktarfrøðingum. Avgerðir kunnu kærast til Føroya Kærustovn við kærufreist á fýra vikur. Brot á reglurnar kann føra til revsing við sekt.
Nýggja kunngerðin tryggjar, at djórasjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum eru væl útbúnir og kunnu veita trygga og dygdargóða viðgerð til djór.