,

Djúpa og rámandi røddin fyllir 75

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fólkakæri, karismatiski og stillføri sangarin og tónleikarin, Hanus G. Johansen, fyllir 75 ár í dag.

Í meira enn hálva øld hevur hann sungið og spælt seg inn í hjørtuni á føroyingum., og við síni sermerktu djúpu og rámandi rødd er hann vorðin fólkaogn.

Hann var kendur í tónleikaumhvørvinum í Klaksvík í 70’unum, og hevði eisini týðandi leiklut á fyrstu útgávunum hjá Frændum. Eisini sang hann landskenda barnasangin Omma Ludvík í 80’unum.

Hanus G. er tó serliga kendur fyri at ger løg til og tulka yrkingar eftir Poul F. Joensen, og útgávan Gaman og álvara – Hanus syngur Poul F frá 1988 verður mett at vera eitt satt meistaraverk og ein varði í føroyskari tónleikasøgu.

Ofta verður sagt, at Hanus sett lív í yrkingarnar hjá Poul F, sum vóru farnar eitt sindur í gloymskuna, tá ið Gaman og Álvara kom út. Í dag ber ikki til at siga Poul F uttan eisin at siga Hanus G ella umvent.

Millum kendasu sangirnar hjá Hanus er Saknur, sum er fastur felagssangur, og man vera ein tann føroyski sangurin, sum er oftast tulkaður av ørðum sangarum, bólku og kórum.

Hanus hevur eisini tulkað yrkingar hjá Janusi Djurhuus, Tummas N. Djurhuus og útlendskum skøldum sum Jakob Sande og Pär Lagerkvist.

Hanus G. Johansen hevur fingið fleiri virðislønir, millum aðrar Mentanarvirðisløn Landsins og Ársins tónleikaheiður.

Hjartaliga til lukku við teimum 75, Hanus.