

Dómarin á Svangaskarði: – Tað var ikki ráðiligt at byrja dystin millum B68 og HB
25.05.2026Í samrøðu við Trygva Absalonsen staðfesti Leivur Zachariassen, at tað var ikki ráðiligt at byrja dystin millum B68 og HB. Teir gingu runt vøllin á Svangaskarði og kannaðu viðurskiftini, og m.a. lá bólturin ikki stillur á vøllinum. Tað er staðfest, at dysturin verður spældur í annaðkvøld klokkan 18. MYND: FaroeSoccer.















