Donald Trump er nú 47. forseti í USA eftir at vera tikin í eið seinnapartin. Donald Trump segði í síni talu, at gulløldin hjá USA byrjar nú, og at landið skal blóma og verða virt um allan heim. JD Vance varð eisini tikin í eið sum varaforseti.
Donald Trump lovaði at steðga allari ólógligari innflyting og senda hermenn til markið við Meksiko. Hann ætlar eisini at lýsa eina orku- og marknaðarkreppu og broyta navnið á Meksikoflógvanum til Amerikaflógvan. Trump segði, at hann eftir í skottilburðinum í summar varð bjargaður av Gudi fyri at gera USA stórt aftur.
Hátíðarhaldið varð hildið innandura í Kongressini orsaka av nógvum kulda. Fyrrverandi forsetarnir Bill Clinton, George W. Bush og Barack Obama vóru millum gestirnar.
Donald Trump segði, at hann vil taka Panamaveitina aftur. Men hann segði einki um Grønland.