Í dag klokkan 13.15 føroyska tíð verður Donald Trump verður tikin í eið sum 47. forsetin í USA á eini hátíðarløtu í amerikanska høvuðstaðnum Washington D.C. Hann tekur við eftir Joe Biden.
Donald Trump verður bert annar forsetin í amerikanskari søgu, sum gerst forseti aftur, eftir at hava tapt eitt forsetaval. Hann er eisini fyrsti dømda brotsmaðurin, sum tekur við sum forseti.
Hátíðarløtan byrjar við gudstænastu, og síðan verður ein drekkamunnur í Hvítahúsinum. Av tí at tað verður sera sera kalt, verður sjálv innsetanin flutt inn í kongressbygningin. Hon byrjar klokkan 16.30.
Donald Trump hevur bjóðað fleiri litríkum og umstríddum leiðarum til hátíðarløtuna, harímillum argentinska forsetinum Javier Milei, italski høgravenda forsætisráðharranum, Georgia Meloni, oddamanninum í Brexit, Nigel Farage, franska ultranationalistinum, Éric Zemmour, týska høgravenda politikaranum, Tino Chrupalla, og leiðaranum í El Salvador i leiðari Nayib Bukele.