Drós ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Drós í Ólavsstovu er sett í starv sum ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Hon byrjar í starvinum 1. septembur. Tað boðar ráðið frá.

Drós er útbúgvin fiskivinnutøkningur og hevur hægri útbúgving í matvørugóðsku og -trygd. Hon hevur drúgvar royndir sum ráðgevi innan framleiðslu og góðskuskipanir í virkjum, sum menna matvørur, fóður og aðrar vørur úr fiski, kjøti og plantum.

Hennara høvuðsuppgáva verður at menna kveikjandi karmar fyri mat- og tilfeingismenning. Hetta skal gerast í samstarvi við granskarasetrið iNOVA, sum heldur til í bygninginum hjá Vinnuframa á Hoyvíksvegnum í Havn.

Drós sigur við heimasíðuna hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at vit skulu fáa mest møguligt burturúr okkara rávørum, minka matspill, økja sjálvbjargni og menna nýggjar burðardyggar vørur, so Føroyar gerast eitt fyrimyndarsamfelag, har einki tilfeingi fer til spillis.