Durita 15 mál og Fríða 14 mál

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
Stjørnan – VÍF 24-28 (13-10)

Verður hugt, at dómaraseðlinum frá dystinum millum bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VÍF í KÍ-høllini í kvøld, er skjótt at leggja til merkis, at serliga tveir leikarar skaraðu burtur úr.

Durita Karlsdóttir Ljósstein skoraði heili 15 mál fyri Stjørnuna, og tað er líka imponerandi, at hon skoraði upp á tólv av tólv brotskøstum.

Hjá VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 14 mál, men hjá henni vóru bara 5 upp á brotskast.

Eftir ein javnan fyrra hálvleik vann Stjørnan sær ein leiðsluna seinstu minuttirnar av fyrra hálvleiki. Í steðginum var Stjørnan heldur óvæntað frammanfyri 13-10

VÍF megnaði tó at venda einum hóttandi tapinum til ein sigur. VÍF kom skjótt upp á javnt eftir steðgin, og VÍF fór skjótt fram um og avgjørdi dystin. Ein sum skoraði nógv mál hesa løtuna var Rakul Borgarlíð Joensen.

Tá ið 47 minuttir vóru spældir, førdi VÍF 22-16. Úrslitið gjørdist 28-24 til VÍF

VÍF styrkir við sigrinum sín møguleika at røkka beinleiðis hálvfinaluplássinum. Stjørnan má nú savna seg um komandi dystir fyri at tryggja sær pláss í fjórðingsfinalunum.


Les allan dómaraseðilin á hsf.fo


Stigatalva í SMS-deildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil16560345+21532
H7116535422+11325
VÍF16509368+14125
Neistin16420394+2619
StÍF14312397-8510
Stjørnan15376475-996
EB16397525-1285
VB15333516-1832