DVF: Latið haruungar fáa frið

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Djóraverndarfelagið minnir nú á, at kemur tú fram á ein haruunga, so er frægast at lata hann fáa frið. 

Djóraverndarfelagið vísir á, at hóast haruungar eru einsamallir, so klára teir seg sjálvar ein stóran part av degnum. Um kvøldið leita teir aftur til harusetrið, har teir sleppa at súgva. 

Eftir 5-15 minuttir fara tey aftur hvør til sítt.

Haruungin dugir alt fyri eitt at krógva seg, eins og vaksnu harurnar gera, sigur Djóraverndarfelagið, men kemur tú ov nær haruunganum í haganum, leggur hann seg flatan og liggur kúrrur.

Men hetta er altso ikki nøkur innbjóðing til at fara at taka í haruungarnar, sigur Djóraverndarfelagið.

Er tað kortini so, at haruungin liggur á einum óhepnum stað, sum til dømis einari gøtu, har nógv fólk ganga, ella á einum byggiplássi, so kanst tú flyta hann.

Tá er kortini týdningarmikið at hava í huga, at haruungin skal flytast so stutt sum møguligt, soleiðis at hann finnur aftur til harusetrið seinni.

Samstundis er tað umráðandi ikki at nema beinleiðis við haruungan, men at hava eitt klædnastykki ella líknandi millum seg og ungan, sigur Djóraverndarfelagið.