Dystargreining: Kvinnurnar vunnu søguligt stig og hondbóltshjørtu í Basel

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D,
Kroatia -Føroyar
 17-17 (9-8)


Føroysku hondbóltsgenturnar høvdu júst tryggjað sær tað fysta stigið nakrantíð í einum endaspælið og runnu ovurfegnar yvir til føroysku áskoðararnar, sum vóru í fullkomnarir ekstasu.

Okkara nýggju hondbóltshetjur vóru nú veruliga komnar úr skugganum av hondbóltsmonnunum. Og tá kunnu vit enntá iðra okkum um, at tær ikki vunnu dystin, tí vit vóru nærri við enn Kroatia.

Annika í heimsflokki

Hetta var veruliga ein stríðssigur, har vit sóu eina krútsterka føroyska verja berja niður kroatisku skjúttarnar.

Og aftanfyri føroysku verjuna stóð Annika Fríðheim Petersen í heimsflokki. Hon hevur neyvan nakrantíð staðið ein so góðan dyst, og endaði við at bjarga fleiri enn helvtina av skotunum. Hon gjørdist sjálvandi eisini dagsins leikari.

Skjótt álopsspæl troyttaði Kroatia

Føroyar settu ferð á álopsspælið frá byrjan av dystinum, og í dag gjørdu okkara kvinnur sera fáar tekniskar villur. Kvika spælið førdi kortini ikki beinleiðis til so nógv mál. Men ótroyttiliga ágangandi spælið hjá Janu Mittún, Maria Pálsdóttir Nólsoy og Súnu Krossteig Hansen troyttaði kroatiska liðið so mikið, at tær tyktust missa orkuna í álopspartinum.

Sóu einki til kroatisku skjúttarnar

Vit sóu ongantíð serliga nógv til skjúttarnar hjá Kroatia, sum skuldu eitast at skjóta so frálíka væl, og tað var okkara frálíku verju fyri at takka.

Fyrstu løtuna eydnaðist hjá Kroatia at fáa nakrar bóltar inn á strikuna til Katarinu Jezic, sum skoraði nøkur mál og vann okkurt brotskast. Kroatia kom eisini fram um 4-2, men eftir at føroyski landsliðsvenjarin, Claus Leth Mogensen, hevði eitt skjótt prát við Pernille Brandenburg, fingu vit tak á strikuni, og so var verjan so at siga tøtt restina av dystinum.

Eitt, sum eydnaðist serliga væl í verjuni, var at trýsta tær út millum høgra bakk og høgra vong at skjóta. Ofta gjørdist vinkulin vánaligur á teirra skotum, og í málinum tók Annika Fríðheim Petersen næstan øll hesi skotini.

Annars arbeiddi øll verjan væl. Pernille Brandenburg og Brynja Høj bardust manniliga í miðverjuni, og allar hinar fylgdu teimum við einum rimmar avriki. Í dag vóru tað verjan og málverjin sum vunnu okkum dystin.

Turið fekk gongd á

Álopsspælið var, sum nevnt, skjótt og ágangandi. Men vit høvdu trupuleikar at koma í gjøgnum í grundspælinum, og so høvdu vit eisini framhaldandi trupulleikar at skora upp á brotskøst og av høgra veingi. Vit brendu fýra av seks brotskøstum, og einki mál kom av høgra veingi.

Hinvegin loysnaði endiliga hjá Turið Arge Samuelsen á vinstra veingi. Hon fann sjálvsálitið fram, og skoraði upp á fimm av seks skotum.

Føroyar vóru allan fyrra hálvleik aftanfyri við einum ella tveimum málum, og vit tóku ongantíð av møguleikanum, tá ið vit kundu javna. Tann støðan helt eisini fram eftir steðgin, tá ið Føroyar fleiri ferðir høvdu møguleika at javnað. Men antin mistu vit bóltin ella brendu.

Ótroyttiliga Jana

Onkur stúrdi kanska fyri, at orkan hjá okkara kvinnum fór at ganga undan. Men Jana Mittún og hinar vóru ótroyttiligar. Her má serliga Jana Mittún takast fram. Hon hevur eina ófatuliga orku, og tað er nærum óskiljandi, hvussu hon kann blíva við og við.

Hóast Føroyar enn vóru eitt ella tvey mál aftanfyri fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin, so tyktist tað, sum vit høvdu momentum. Vit koma eisini fyrstu ferð upp á javnt, tá ið Súna Krossteig Hansen sendi eitt frálíkt undirhondskot í málið í 11. minutti.

Eftir hetta sveiggjaði dysturin um javnleikin restina av dystinum. Fyrstu ferð vit komu fram um, var tá ið Pernille Brandenburg gjørdi tað til 17-16 eftir fríspæling frá Janu Mittún. Kroatia javnaði kortini beinanvegin, og enn vóru fimm minuttir eftir at spæla.

Einki mál seinastu fimm minuttirnar

Tað løgna var, at einki mál kom seinastu fimm minuttirnar. Ta einu ferðina bjargaði Annika Fríðheim Petersen, og dómararnir valdu at fara út at hyggja í skermin um bólturin var innanfyri. Tað var hann ikki, men dómararnir valdu at døma brotskast í staðin. Inn í málið kom Rakul Wardum, sum ísakøld stóð púra still til skjúttin skeyt, og so bjargaði hon.

Føroyar fekk eisini sítt brotskast, tá ið Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen verð feld, tá ið hon av høgra veingi hegnisliga rann millum vong og bakk og fekk bóltin júst í røttu løtu. Tíverri so brendi Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe.

Í okkara seinasta álop gjørdi Jana Mittún álopsfeil, og so vóru bara trý sekund eftir, og tað var ov stutt tíð hjá Kroatia at gera nakað.

Í kvøld verður veitsla í Basel

Fyrsta føroyska stigið í einum endaspæli hjá føroysku kvinnunum var veruleiki. Áskoðararnir vóru í ekstastu, og teir høvdu eisini gjørt sítt til at koyra á okkara kvinnur. Trummurnar, sum vóru keyptar beint, áðrenn handlarnir stongdu í gjár, hjálptu, og í dag komu føroysku viðhaldsfólkini eisini fyrr í høllina, so teir hoyrdust frá byrjan.

Tað var heldur einki at ivast í, at sveisar hildu við Føroyum, tá ið spenningurin veruliga var í hæddini seinastu løtuna.

Bæði føroysku áskoðararnir og hondbóltskvinnurnar hava vunnið øll hondbóltshjørtuni her í St. Jakobshøllini í Basel.


Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D,
Kroatia -Føroyar
 17-17 (9-8)

Málskjúttar og leikarar:
Turið Arge Samuelsen 5 av 6
Jana Mittún 5 / 12
Pernille Brandenburg 4 / 7
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2 / 5 (2 brotskast)
Súna Krossteig Hansen 1 / 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 0 / 2
Elsa Egholm 0 /1
Brynhild Pálsdóttir 0 /2
Marita Mortensen 0 / 1
Bjarta Osberg Johansen 0 / 0
Brynja Høj 0 / 0
Maria Pálsdóttir Nólsoy 0 / 0

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 15 /28 bjargingar (53,57%)
Rakul Wardum 1 / 3 bjargingar

Ikki á vøllinum:
Bjørg Franksdóttir Joensen
Lív Bentsdóttir Zachariasen

Útvísingar: Maria Pálsdóttir Nólsoy


Dysturin á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF
Dysturin á handballstatz.com