Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D,
Sveis -Føroyar 28-25 (13-7)
Høllin kókaði, tá ið Jana Mittún eftir skjótálop minkaði til 25-24 og tveir minuttir vóru eftir. Føroyar høvdu hálað eitt hóttandi stórtap innafur, og nú var veruligur spenningur í.
Tíverri so skoraði Sveis í næsta álopi, og tá ið Jana Mittún so brendi úr spískum vinkli á høgra bakki, var dysturin avgjørdur. Sveis vann 28-25.
Dysturin kann býtast í tveir fullkomiliga ymiskar hálvleikir. Ein sera vánligan fyrra hálvleik í álopspartinum og ein framúr góðan seinna hálvleik í álopinum. Hinvegin var 5-1-verjan góð allan dystin, og báðir málverjarnir, Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum, stóðu væl í málinum.
Taka vit fyrra hálvleik fyrst, so hendi akkurát tað, sum ikki skuldi henda. Okkara leikarar tyktust fjálturstungnar, og gjørdi eina rúgvu av beinleiðis tekniskum feilum. Føroyar komu heldur ikki til serliga nógv skot í fyrra hálvleiki, og tað var ikki neyðugt hjá teirra málverjum at standa væl.
Tað, sum gjørdi, at støðan ikki var verri enn vánalig, var, at verjan og Annika Fríðheim Petersen stóðu sera væl. Venjarin Claus Leth Mogensen valdi púra óvæntað at byrja við eini 5-1 verju, har Jana vardi frammanfyri hinar eitt lítið sindur forskotið móti teirra vinstra bakki. Hetta riggaði sera væl, og fyri ein stóran part, noyddist Sveis at skjóta skot í trýstum støðum, og tá ið Annika Petersen bjargaði øllum, sum hon skuldi, so hildu vit okkum so dánt inni í dystinum.
Eitt annað, sum riggaði í verjuni, var at halda sterka strikuleikaranum, Tabeu Schmid, niðri á einum máli fyri steðgin.
Eina løtu var tó veruliga um at skrædna, tá ið Sveis fekk fleiri skjótálop á rað, og tá ið 17 minuttir vóru spældir stóð 7-2 á máltavluni. Hesa løtuna var lítið, sum bendi á, at vit komu inn í dystin aftur. Umframt tekniskar feilir, brendu vit eisini nógv skot. Serliga av veingjunum høvdu hondbóltskvinnurnar, sum so ofta fyrr, stórar trupulleikar at skora. Og so brendi Lukka Arge eisini eitt brotskast.
Tað hjálpti hjá Føroyum at spæla sjey móti seks í álopinum. Nú riggaði at koma í gjøgnum, og vit kláraðu at skora fimm mál seinastu tólv minuttirnar av dystinum. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men hesi fimm málini hildu okkum so dánt inni í dystinum. Í hálvleikinunum vóru vit aftanfyri 13-7.
Føroyar byrjaðu seinna hálvleik væl, og Pernille Brandenburg skoraði eftir skjótálop. Tað var týðiligt, at okkara gentur høvdu fingið boð um at spæla skjótari, og beint eftir brendi Turið Arge Samuelsen eftir skjótálop.
Hóast hendan løtan tyktist góð, so eydnaðist ikki at venda gongdini. Heldur fór Sveis upp aftur meira frá Føroyum, og tá ið sjey minuttir vóru spældir eftir steðgin, stóð 19-9 til Sveis.
Nú kom Rakul Wardum í máli, og tað ber til at siga, at hon kom inn í vendi dystinum. Hon tók tað, sum hon skuldi og meira afturat.
Nú kom brádliga gongd á føroyska spælið. Rakul Wardum dugdi eisini væl at seta skjótálopini í gongd, og nú blómaði Jana Mittún veruliga, eftir, at hon hevði spælt ein vánaligan fyrra hálvleik. Jana Mittún hevur tann eginleikan, at hon er ótroyttilig og gevst ongantíð, og soleiðis var eisini í dag.
Ein onnur, sum gekk undan, var Pernille Brandenburg, sum var ein av teimum fáu, sum spældi væl allan dystin. Í dag sást, at hon hevur nógvar royndir í bestu donsku deildini, og tað var hon, sum fram um hinar, ið helt høvdið kalt, tá ið ringast stóð til.
Nú fór veruliga at ganga betri, og munurin minkaði spakliga. Tað var kortini ikki fyrr enn einir fimm minuttir vóru eftir, at veruligur spenningur kom í.
Sveis royndi at venda gongdini við at spæla sjey móti seks. Men tað riggaði ikki, og í staðin skoraðu vit tvær ferðir í tómt mál.
Vit koma niður á 25-24. Men tað rak tó ikki longri enn tað. Seinni hálvleikur gevur okkum kortini vónir um, at okkurt stig kanska liggur í bíðar í dystium móti Kroatia sunnudagin.
Tá ið okkara hondbóltskvinnur sleppa hondbremsuni og tora at spæla skjótt, so hava tær ein møguleika móti flestu londum. Vónandi riggar tann spælistílurin móti Kroatia, sum gjarna vil spæla hondbólt við lítlari ferð.
Vit gleða okkum til dystin sunnudagin.
Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D,
Sveis -Føroyar 28-25 (13-7)
Føroyskir málskjúttar og leikarar:
Pernille Brandenborg 7 (1)
Jana Mittún 7
Lukka Arge 2 (2)
Turid Arge Samuelsen 2
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Bjarta Osberg Johansen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Maria Pálsdottir Nólsoy 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Marita Mortensen
Rannvá Olsen
Brynja Høj
Annika Fríðheim Petersen (málverji)
Rakul Wardum, Ringkøbing (málverji)
Útvísingar: Bjarta Osberg Johansen 2, Elsa Egholm 1, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Dysturin á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF
Dysturin á handballstatz.com