Dystargreining: Útvísingin hjá Brynju broytti dystin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D
Føroyar – Danmark 24-33 ( 8-15)

So var hetta EM-ævintýrið av. Eftir eitt frílíkt EM-endaspæl, endaðu okkara EM-hetjur við at tapa 33-24 móti donsku heimsstjørnunum.

Rættiliga avgerandi fyri gongdina í dystinum var tað, at Brynja Høj fekk beinleiðis reytt kort longu í tólvta minutti, tá ið støðan var 5-4 til Føroyar. Í einum skjótálopi hjá Danmark kom Brynja Høj á miðjum vølli at takkla ein danskan leikara í andlitið, og eftir hava hugt í dómaraskermin avgjørdu dómarararnir at senda okkara verjukempu til hús.

Fyrsta partin av dystinum bardist føroyska verjan, sum vit hava sæð hana í hesi kappingini. Pernille Brandenburg og Brynja Høj gingu á odda inn á miðjuni, og verjan kláraði fyri tað mesta at flyta seg so skjótt, at Danmark ikki fekk spælt seg í gjøgnum.

Í álopinum royndu okkara gentur at spæla skjótt, og sum altíð gekk Jana Mittún undan at seta ferð á spælið. Vit komu eisini til møguleikar, men tíverri so brendu vit aftur í dag ov nógvar møguleikar. Serliga Jana Mittún brendi nógv, og tað var spell, tí nakrar fintaði hon hegnisliga í gjøgnum donsku verjuna, og tær royndirnar høvdu uppiborið betri. Eisini spældi Maria Pálsdóttir Nólsoy ein góðan dyst í álopinum í fyrra hálvleiki.

Seinasta korterið av fyrra hálvleiki og fyrsta korterið av seinna hálvleiki vóru vánaligur frá føroyskarir síðu. Verjan fótaði sær ikki eftir útvísingina, og so brendu vit sum nevnt rættiliga nógv.

Í seinna hálvleiki skoraðu Føroyar einki mál fyrr enn níggju minuttir vóru spældir, og tá var støðan 20-9 til Danmark, og dysturin væl og viruliga avgjørdur.

Sum so ofta í hondbólti, so verður munurin ikki størri enn eitt víst, og okkara gentur fótaðu sær eisini seinasta partin av dystinum.

Heimsins bestu áskoðarar, tann hvíti múrurin, gavst ongantíð at syngja og heppa á okkara gentur, og tað var hugtakandi at síggja, hvussu stórt samanhaldið var millum allar føroyingarnar í Basel.

Seinasta partin av dystunum kom Rakul Wardum inn í málið aftur, eftir at hvørki hon ella Annika Fríðheim Petersen høvdu tikið tað stóra fyrr í dystinum. Nú kom Rakul í gongd, og tað hjálpti upp á at vit fingu nøkur skjótálop, sum fóru í mál.

Á høgra veingi fór Brynhild Pálsdóttir at skora, og Pernille Brandenburg vísti aftur, at hon klára at ganga á odda, tá ið á stendur. Súna Krossteig Hansen spældi eisini ein góðan seinna hálvleik.

Endin var, at Føroyar taptu 33-24, og um Kroatia ikki fær stig móti Sveis, so enda Føroyar nummar trý EM-bólki D, og tað er góðkent.

Okkara gentur fingu tað stigi í EM-endaspælinum, sum tær droymdu um, og eftir ein vánaligan hálvleik í fyrsta dystinum móti Sveis, var avrikið sum heild gott, tó tað kundi verið betri onkrar løtur móti Danmark.


Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D
Føroyar – Danmark 24-33 ( 8-15)

Málskjúttar og leikarar:
Pernille Brandenburg 10/12
Brynhild Pálsdóttir 5/7
Súna Krossteig Hansen 2/3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1/4
Lív Sveinbjørnsdóttir 2/5
Turið Arge Samuelsen 2/2
Jana Mittún 2/11
Elsa Egholm 0/3
Bjarta Osberg Johansen 0/0
Rannvá Olsen 0/1
Lukka Arge 0/1
Brynja Høj 0/0
Lív Bentsdóttir Zachariasen 0/1
Bjørk Franksdóttir Joensen 0/0

Útvísingar: Maria Pálsdóttir Nólsoy, Lív Bentsdóttir Zachariasen

Reytt kort: Brynja Høj


Dysturin á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF
Dysturin á handballstatz.com


Stigatalva í EM-bólki D (áðrenn dystin Kroatia – Sveis)

DVJTMálMunurStig
1. Danmark3300102 – 80226
2. Sveis210158 – 60-22
4. Føroyar301266 – 78-121
3. Kroatia201143 – 51-81