, ,

Dystur nr. 300 í Betrideildini

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Karl Abrahamsson Løkin spældi ungdómsfótbólt við NSÍ, men valdi at spæla vaksnamannafótbólt við ÍF. Hann spældi fyrsta dystin ímóti júst NSÍ við Løkin, har ÍF vann 2-1 tann 1. apríl 2010.

Í 2013 spældi hann 20 dystir við barndómsfelagnum, men var eitt lítið rend hjá íslendska Víkingi úr Ólafsvík. Hann vendi aftur til ÍF í 2014, áðrenn hann skifti til danska felagið Næstved Boldklub, har hann spældi 5 dystir, harav 2 frá byrjan.

Árini 2015 og 2016 spældi hann við ÍF, áðrenn NSÍ aftur kallaði og eftir eitt stutt rend í Víkingi, hesaferð í Gøtu, endaði hann aftur hjá ÍF í 2019. Teir 300 dystirnir eru fordeildir soleiðis: 231 fyri ÍF, 59 fyri NSÍ og 10 fyri Víking.

Karl hevur ofta tikið sær av deyðbóltsstøðum og fyrsta málið skoraði hann 16. juni 2010 í 4-2 sigrinum á B68. Higartil hevur hann skotið 14 mál í Betrideildini.

Karl er sonur Abraham Løkin, sum gjørdist føroyameistari við ÍF í 1979. Bróðurin Steffan hevur júst skrivað tvey ára sáttmála við NSÍ, meðan Bogi noyddist at gevast í úrtíð við fótbóltsspælinum orsakað av afturvendandi skaðum. Hann náddi kortini at vísa seg fram á A-landsliðnum áðrenn.

Karl hevur umboðað Føroyar í 5 A-landsdystum.

Kelda: Faroesoccer