,

EB gav H71 veruliga mótstøðu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
H71 – EB 33-25 (14-13)

Kvinnurnar hjá EB góðu H71 óvæntaða góða mótstøðu í dagsins dysti, og H71 mátti veruliga stríðast fyri at vinna dystin.

Hóast tær báðar systararnar Pajic ikki vóru við í dag, so byrjaði EB dystin væl. Silja Geirsdóttir Eystberg gekk á odda í álopinum, og í málinum stóð Nina Vuksanovic sera væl fyrsta korterið.

H71 hevði hinvegin stórar trupulleikar at fáa serliga verjuna at rigga, og EB nærmast spaseraði eftir vild gjørgnum verjuna og førdu 9-6, tá ið eitt korter var spælt.

H71 fekk kortini spakuliga glið á, og skjótt gjørdist talan um ein javnan dyst, og í hálvleikinum førdi H71 14-13.

Í seinna hálvleiki hevði H71 munin alla tíðina, men EB vildi kortini ikki gevast so, og so seint, sum tá ið sjey minuttir vóru eftir, vóru bara tvey mál á muni 26-24.

Nú sá út til, at orkan hjá EB gekk undan, meðan H71 langt um leingi setti ordiliga ferð á. Serliga Karin Egholm setti ferð á, og seinasta kortið av dystinum skoraði hon átta mál, fleiri av teimum upp á skjótalop. H71 vann at enda greitt 33-25.

Taka vit samanum, so er sanniliga stór framstig at síggja hjá EB, og tað sær veruliga út til, at venjarin, Geir Wardum, gevur eiðiskvinnum nógv. Og hugsa vit okkum so til, at tær báðar systrarnar Pajic koma við aftur, so kann vera, at EB fer at býta enn meira frá sær seinni í kappingarárinum.

Hjá H71 sær hinvegin út til, at spælið er steðgað nakað upp seinastu dystirnar. Men tað skal sjálvandi havast í huga, at Maria Halsdóttir Veyhe ikki hevur verið við tveir dystir, og tá ið hon verður við aftur, veður stóra uppgávan hjá H71 at spæla seg upp aftur til avgerandi dystirnar í steypakappingini.

Hjá H71 var Karin Egholm toppskjútti við átta málum, og hjá EB skoraði Silja Geirsdóttir Eystberg níggju mál.

Dómaraseðil á hsf.fo