EB heintar munandi styrk úr Kyndli

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltsfelagið EB boðar í morgun frá, at felagið hevur gjørt tey ára avtalvu við Nadiu Pejovic og Jovanu Stranjanac.

Tær báðar hava verið tveir av profilunum á sterka Kyndilsliðnum. Serliga Jovana Stranjanac hevur mangan verið dystaravgerandi í málinum hjá Kyndli og hevur hon verið mett at vera besti málverji í bestu kvinnudeildini seinnu árini.

Jovana Stranjanac er úr Serbia, meðan Nadia Pejovic er úr Montenegro.

– Vit í EB eru glað um at hava fingið tveir so góðar leikarar í hópin og eru vís í at tær koma at styrkja væl um okkara unga hóp, skrivar EB á heimasíðu síni.