EB hekk í H71 eina løtu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur
EB – H71 26-40 (10-15)

Kvinnurnar hjá H71 vóru stórfavorittar, tá ið tær vitjaðu EB í høllini við Streymin á Oyrabakka. Kortini megnaðu EB-kvinnurnar at fylgja væl við meginparin av fyrra hálvleiki.

H71 kom tó fram um við nøkrum málum beinanvegin, og helt seg frammanfyri allan dystin. Tað kom tó ongantið tann ferðin yvir dystin, sum annars hevur eyðkent spælið hjá H71 fleiri dystir í ár.

Ein orsøk var, at tær í EB runnu væl aftur og fingu steðga fyrstu bylgju í skjótálopunum, og so legði H71 ikki serliga nógv fyri at leggja trýst á í aðru bylgju.

Eiðiskvinnur hildu munin niðri á trimum málum til 20 minuttir vóru spældir, men H71 fekk økti munin til 15-10 í steðginum.

EB hevur fleiri spennandi leikarar sum til dømis Leu Lisberg, og so er Sanja Pajic úr Bosnia Hersegovina ein ordans styrkur hjá EB. Hon skorar flestu málini, og kann av vinstra bakki bæði skjóta útifrá, fara í gjøgnum og hevur eisini gott eyga fyri spælinum við millum annað fríspælingum inn á strikuna.

Hesar styrkirnar hjá EB eru tó ikki nokk at standa móti øllum evnaríku leikarunum úr Hoyvík, sum standa í røð, so hvørt sum aðrar fara uttanlands.

Í seinna hálvleiki, tá ið H71 beinanvegin var farið nøkur mál frá, nýtti venjarin hjá H71 eisini høvi at brúka fleiri av vanligu eykaleikarunum, og málini hjá H71 hildu fram at koma av øllum plássum á vøllinum.

H71 dróg frá allan seinna hálvleik, og endin var, at H71 vann dystin 40-26

Hjá EB skoraði Sanja Pajic 13 mál. Fyri H71 gjørdi Elsa Egholm 6 mál.

Dysturin á Handballstatz

Stigatalva

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil828016911116
H7172421845812
VÍF61831315210
StÍF7154174-206
Neistin7162177-155
EB8191253-623
VB7169238-692
Stjørnan6144199-552
Kelda: hsf.fo