Í kvøld hevur EB/Streymur kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir leigusáttmála við Símun Kalsø. Talan er um leigusáttmála, sum knýtir Símun Kalsø til EB/Streym komandi kappingarár.
21 ára gamli klaksvíkingurin kann røkja fleiri pláss í verjuni og skal vera við at styrkja um verjupartin hjá teimum blá-svørtu úr Sundalagnum.
-Símun hevur sína styrki í verjuspælinum. Hann kann bæði spæla í miðverjuni og á bakkinum. Hann er fysiskt sera væl fyri og gevur seg altíð 100 prosent, sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, við heimasíðu felagsins.
Ungi verjuleikarin hevur vant við EB/Steymi síðan 4. januar og sær nú fram til komandi kappingarár við felagsliðnum úr sundalagnum.
-Eg eri spentur og uppsettur til nýggju avbjóðingina í EB/Streymi, og at uppliva góða felagsskapin kring liðið, sigur Símun Kalsø við heimasíðuna hjá EB/Streymi.
Símun Kalsø hevur fingið sína fótbóltsuppaling í KÍ, men leikti í seinnu hálvu í fjør við ÍF, har tað eydnaðist honum spæla 10 dystir og skorað 1 mál. Samanlagt hevur Símun Kalsø leikt 20 dystir í bestu føroysku deildini.