Ein dystur verður í Betrideildini hjá monnum í dag. Á Eiðis tekur EB/Streymur móti TB klokkan 17.15.
TB hevur brúk fyri øllum stigum í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Nú níggju umfør eru eftir at spæla eru tvørámenn undir niðurflytingarstrikuni, tvey stig aftanfyri FC Suðuroy. EB/Streymur liggju í ongamannalandi mitt á stigatalvuni, og hava í løtuni lítið og einki at spæla fyri.
Tveir dystir í hesum umfarinum verða spældir í morgin og tveir mánakvøldið.
19. umfar í Betrideildini
Leygardagin 16. august
- Kl. 17.15 EB/Streymur – TB
Sunnudagin 17. august
- Kl. 16.00 B68 – FC Suðuroy
- Kl. 18.00 HB – 07 Vestur
Mánadagin 18. august
- Kl. 18.30 B36 – KÍ
- Kl. 18.30 Víkingur – NSÍ
Stigatalva í Betrideildini við monnum
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 17 | 16 | 1 | 0 | 59 | 8 | 51 | 49 |
2 | NSÍ | 18 | 13 | 2 | 3 | 68 | 22 | 46 | 41 |
3 | HB | 18 | 13 | 2 | 3 | 42 | 29 | 13 | 41 |
4 | Víkingur | 18 | 9 | 3 | 6 | 26 | 19 | 7 | 30 |
5 | B36 | 18 | 7 | 4 | 7 | 29 | 30 | -1 | 25 |
6 | EB/Streymur | 17 | 6 | 4 | 7 | 18 | 29 | -11 | 22 |
7 | B68 | 18 | 5 | 3 | 10 | 23 | 44 | -21 | 18 |
8 | FC Suðuroy | 18 | 4 | 0 | 14 | 16 | 46 | -30 | 12 |
9 | TB | 18 | 2 | 4 | 12 | 18 | 56 | -38 | 10 |
10 | 07 Vestur | 18 | 2 | 1 | 15 | 21 | 37 | -16 | 7 |